Sambært grein 19 í grundlógini er tað danska stjórnin, ið hevur heimild at binda ríkið í altjóða viðurskiftum. Hendan heimild, ið fevnir um rættin at skriva undir altjóða sáttmálar, er endurtikin í grein 5 í heimastýrislógini, sum staðfestir, at heimildirnar hjá heimastýrinum eru avmarkaðar av ríkisins altjóða skyldum. Í summum førum hava altjóða sáttmálar ávirkan á mál, ið eru undir lóggávuvaldi og umsitingarligum valdi heimastýrisins. Í slíkum førum hava heimastýrismyndugleikarnir ábyrgdina av at fremja ta lóggávu, sum er neyðug fyri at seta sáttmálan í verk sum føroyskan rætt. Til tess at tryggja heimastýrinum ávirkan á altjóða sáttmálar, sum hava týdning fyri Føroyar, eru reglur um hoyring ásettar í grein 7 í heimastýrislógini. Vanliga mannagongdin er, at ríkismyndugleikarnir kunna heimastýrið um altjóða sáttmálar, sum Danmark ætlar at taka lut í. Ynskja heimastýrismyndugleikarnir ikki, at hesir sáttmálar skulu galda í Føroyum, tekur Danmark vanliga fyrivarni um, at sáttmálin ikki skal vera galdandi fyri Føroyar, tá sáttmálin verður settur í gildi. Tá kannast skal, um ávísur altjóða sáttmáli, ið Danmark hevur staðfest, er galdandi fyri Føroyar, er tí neyðugt at kanna, um Danmark hevur tikið fyrivarni fyri Føroyar, tá sáttmálin er settur í gildi. Heimastýrismyndugleikarnir samráðast javnan við stjórnir í øðrum londum. Hesar samráðingar verða hildnar um viðurskifti av serligum týdningi fyri Føroyar, serliga innan fiskiveiðurættindi og vinnuáhugamál. Heimastýrismyndugleikarnir hava heimild í grein 8 í heimastýrislógini til at føra slíkar samráðingar. |